Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Mál- og bókmentasøga frá miðøld til tjóðskapartíð

Í hesum partinum verða mál- og bókmentasøga frá miðøld til tjóðskapartíð viðgjørd. Parturin er í seks undirpørtum:

  • Miðøld
  • Renessansa
  • Barokkur
  • Upplýsingarøld
  • Romantikkur
  • Tjóðskaparromantikkur

Partarnir fevna um lýsingar av rákunum og bókmentalig eyðkenni. Umframt føroyskar bókmentir verða eisini norðurlendskar og evropeiskar bókmentir umboðandi ymsu rákini lýstar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Viðkomandi førleikamál

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

TALAÐA MÁLIÐ

Næmingurin dugir:

  • at orða seg málsliga rætt við greiðum og fjølbroyttum máli í mun til samskiftisstøðuna
  • at bera hugsanir sínar fram og í hesum sambandi vera tilvitaður um stíllegur og samskiftishættir
  • at nýta viðkomandi og sakliga próvførslu
  • at nýta yrkorð og hugtøk rætt
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

SKRIVAÐA MÁLIÐ

Næmingurin dugir:

  • at brúka hóskiligt háttalag at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg
  • at greina, tulka og seta í frásjón skaldskap av mannamunni
  • at vísa hollan kunnleika til føroyskar bókmentir og samband teirra við norðurlendskar og aðrar heimsbókmentir
  • at fara í dýpdina við einum evni
  • at skriva ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg
  • at orða seg málsliga rætt og greitt í ymiskum málsligum stíllegum við fjølbroyttum orðatilfeingi
  • at nýta yrkorð og hugtøk rætt
  • at nýta teldu sum amboð - duga tekstviðgerð, at nýta orðabøkur og leitiskipanir, myndaviðgerð og framløguforrit 
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

SAMANSETTIR TEKSTIR

Næmingurin dugir:

  • at nýta hóskiligt háttalag at greina, tulka og seta í frásjón ymiskar samansettar tekstir
  • at nýta teldu til framløgu og sameina ymiskar samskiftishættir, t.d. skrift, mynd og ljóð
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

MÁLKUNNLEIKI

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá staðbundnum málføramuni í føroyskum og øðrum málmunum, eitt nú aldurs-  og samfelagstreytaðum málmunum
  • at lýsa føroyska málsøgu í høvuðsheitum og vísa á skyldskap við hini norðurlendsku málini
  • at vísa á kunnleika til norðurlendsku grannamál okkara bæði í talu og á skrift
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking