Sýni & Dýpi 2 er onnur sBókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað øðrum árinum á 3 ára A-stigi.

sBókaheildin Sýni & Dýpi 2 er sett saman av ástøðispartinum Sýni 2 og tekstsavninum Dýpi 2. Við leinkjum millum viðkomandi ástøði og tekstir eru ástøðispartur og tekstasavn tvinnað saman og mynda saman sBókaheildina Sýni & Dýpi 2.

Sýni & Dýpi 2 er skrivað og sett saman sambært galdandi námsætlan í føroyskum á A-stigi. Viðkomandi faklig førleikamál standa á fyrstu síðu í hvørjum parti í Sýni 2. Nærum øll faklig førleikamál í námsætlanini fyri føroyskt á A-stigi eru við í Sýni 2. Viðvíkjandi førleikamálinum:

MÁLKUNNLEIKI

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá og vísa á gjølligt innlit í føroysku málskipanina

verður víst til partin "Málið fyrr og nú" í Sýni 1

Innihald í Sýni 2

Tilfarið í Sýni 2 er í sjey pørtum:

  • Roynd
  • Grund
  • Rák og tíðarskeið
  • Málpolitikkur
  • Samansettir tekstir
  • Týðing
  • Skrivligar uppgávur

Tilfarið er sett saman av søgu, ástøði, dømum og næmingauppgávum. Leinki eru eisini til tekstir í Dýpi 2.

Fimm sløg av arbeiðsuppgávum eru:

  • Ugluspurningar. Endurtøkuuppgávur í partinum "Roynd".
  • Hondspurningar. Smáar arbeiðsuppgávur ávegis í pørtunum.
  • Tøm tekstin. Uppafturtøkuspurningar, har næmingurin kann kanna, um hann hevur skilt tað týdningarmesta í partinum. Svarini eru at finna í partinum.
  • Hugsa teg um. Hugleiðandi uppgávur, har svarini ikki standa beinleiðis í sBókini.
  • Ymiskt. Skjátta við ymiskum uppgávum: stuttar og langar uppgávur, einfaldar og truplar uppgávur, skapandi og bundnar uppgávur.

Roynd

Hesin parturin hevur uppgávur í ymiskum evnum, sum næmingurin hevur arbeitt við í Sýni & Dýpi 1. Uppgávurnar kunnu verða brúktar sum uppafturtøka og eftirmeting av tí, sum næmingurin hevur lært higartil. Royndin kann eisini geva læraranum ein varhuga av, hvørjum stigi næmingarnir í flokkinum eru á, og gera tað lættari hjá honum at leggja undirvísingina til rættis, so hon passar til ymiskleikan hjá næmingunum. Flestu uppgávurnar eru samvirknar, tað vil siga, at sBókin sjálv kannar og gevur svar.

Grund

Hesin parturin snýr seg um støðisførleikan at samskifta: at bera fram hugsanir sínar munnliga (at tala og lýða á) og at lesa og skriva. Parturin viðger, hvussu vit brúka málið. Hvussu nýta vit munnlig amboð, hvussu lesa vit strategiskt, og hvussu byrja vit, tá ið vit skulu skriva ein tekst. Tilfarið fevnir um ástøði, dømi og uppgávur.

Rák og tíðarskeið

Hesin parturin snýr seg um bókmentasøgu og málsøgu frá miðøld til og við tjóðskapartíð. Denturin liggur á føroyskum tilfari, men evropeiskar og norðurlendskar bókmentir verða eisini viðgjørdar. Tilfarið fevnir um søgu, ástøði, dømi og uppgávur um bókmentasøgu og málsøgu.

Málpolitikkur

Hesin parturin lýsir málpolitikk í Evropa og Føroyum søguliga. Eisini eru dømi um førdan málpolitikk, eins og uppgávur eru, har næmingarnir fáa venjing í at taka málpolitiskar avgerðir.

Samansettir tekstir

Hesin parturin inniheldur ástøði, dømi og uppgávur í ymsum sløgum av tekstum, sum eru settir saman av skrift, ljóði og myndum. Talan er bæði um skaldskap og um yrkistekstir. Samansettir tekstir verða viðgjørdir, eins og næmingurin fær amboð at viðgera samansettar tekstir sjálvur.

Týðing

Hesin parturin lýsir avbjóðingarnar sum eru við at týða tekst úr einum máli í annað. Tilfarið fevnir um ástøði, dømi um ymsar týðingar og uppgávur til næmingarnar.

Skrivligar uppgávur

Hesin parturin fevnir um ymiskar verkstovur, sum kunnu haldast, tá næmingarnir arbeiða við skrivligum uppgávum. 

Innihald í Dýpi 2

Tilfarið í Dýpi 2 er í trimum pørtum:

  • At lesa tekstir
  • Grund – Dýpi 2
  • Rák og tíðarskeið – Dýpi 2

Tilfarið fevnir um ymisk tekstsløg er skipað samsvarandi somu pørtum í Sýni 2.

Umframt tekstirnar eru orðafrágreiðingar, kunning um høvund og annað viðkomandi og arbeiðsuppgávur til tekstirnar.

At lesa tekstir

Í hesum partinum er leiðbeining í at lesa tekstir og eitt úrval av greiningarfrymlum.

Grund – Dýpi 2

Tekstirnir í hesum partinum eru allir tongdir at arbeiðsuppgávum í partinum "Grund" í Sýni 2.

Rák og tíðarskeið – Dýpi 2

Tekstirnir í hesum partinum eru skipaðir samsvarandi "Rák og tíðarskeið" í Sýni 2. Nakrir av tekstunum eru tengdir at arbeiðsuppgávum í Sýni 2. Flestu tekstirnir eru á føroyskum máli, men tekstir eru eisini á norðurlendskum málum og á enskum.

Nýtsla

Partarnir "Roynd" og "Skrivligar uppgávur" í Sýni 2 standa fyri seg og eru meira ætlaðir til sjálvstøðugt næmingaarbeiði, meðan hinir fimm partarnir eru kjarnin í sBókini Sýni 2. Hesir fimm partarnir eru, sum áður nevnt, settir saman av søgu, ástøði, dømum og uppgávum. Summar av uppgávunum venda sær til einstaka næmingin, men flestu spurningar venda sær til bólkar og fevna um orðaskifti.

Sýni 2 leggur dent á, at næmingurin lesur, hugsar, tosar og skrivar, meðan hann lærir. Mælt verður til, at næmingarnir lesa ástøðið einsæris, meðan undirvísingartíðin verður brúkt at loysa uppgávur saman í flokkinum, umframt at arbeiða við tekstum úr Dýpi 2.

Sýni & Dýpi 2 er rúgvusmikil sBókaheild, og stundir verða ikki at arbeiða við øllum uppgávunum, eins og stundir heldur ikki verða til gjølliga gjøgnumgongd av øllum ástøði, dømum og tekstum. Mælt verður tó frá at leypa heilar partar av Sýni 2 um. Hetta, tí sBókaheildin er skrivað og sett saman sambært førleikamálunum í galdandi námsætlan.

Undirvísingargongdir

Í ársætlanini verður mælt til at hava tríggjar til fimm undirvísingargongdir um árið í lærugreinini føroyskt. Undivísingargongdirnar kunnu vera ymiskar í vavi, og hóskandi kundi verið at nýtt teir fimm høvuðspartarnar í Sýni 2 sum heiti á undirvísingargongdunum. Til ber sjálvsagt eisini at seta undirvísingargongdirnar øðrvísi saman.

Her eru nøkur uppskot:

  • Grund
  • Parturin "Grund" í Sýni 2 og viðkomandi tekstir í Dýpi 2.

  • Málpolitikkur
  • Parturin "Málpolitikkur" í Sýni 2 og viðkomandi tekstir í Dýpi 2.

  • Samansettir tekstir
  • Parturin "Samansettir tekstir" í Sýni 2 og viðkomandi tekstir í Dýpi 2.

  • Týðing
  • Parturin "Týðing" í Sýni 2 og viðkomandi tekstir í Dýpi 2.